Leiðslan í SAS vrakaði tað seinasta sáttmálauppskotið, sum felagið fekk frá flogskiparunum í gjárkvøldið. Sambært flogskiparunum vóru teir gingnir leiðsluni á møti í øllum viðurskiftum, men leiðslan sigur í morgun, at flogskipararnir høvdu misskilt krøvini hjá flogfelagnum.
Sambært Ritzau-tíðindastovuni er tað í veruleikanum langt ímillum partarnar.
Danskir fjølmiðlar skriva nú, at SAS er farið undir at fylla brennievni á flogførini, so tey skulu hava nóg mikið av brennievni at flúgva aftur til Skandinavia, um einki kemur burtur úr samráðingunum, og felagið fer á húsagang í morgin.