Hóast SAS hevur sagt upp bonusskipanina við Atlantsflog, so hevur stóra flogfelagið enn ikki fingið endaligt loyvi at flúgva til Føroya.
Tað sigur Poul Michelsen, landsstýrismaður í vinnumálum.
– Vit fingu boð frá ferðslumálaráðnum hósdagin 22. desember um, at málið nú varð sent víðari í forsætismálaráðið, sum eisini er partur av viðgerðini. Síðani skuldi málið sendast aftur til okkum, áðrenn endaliga loyvið verður givið, sigur Poul Michelsen.
Men av tí at feriutíð er í donsku stjórnarráðunum, hevur tað ikki eyndast vinnumálaráðnum í Føroyum at fáa fatur á røttu fólkunum í danska ferðslumálaráðnum.
– Men eg eri vísur, at endaliga loyvið ikki er givið, sigur Poul Michelsen.
Men tað er ikki í tráð við tær treytir, sum Vinnumálaráðið hevur sett, at SAS sigur upp bonusavtaluna við Atlantsflog, sigur Poul Michelsen.
– SAS hevur verið í so nógv frammanfyri í hesum máli. Fyrst við at selja ferðaseðlar, áðrenn loyvið er givið, og nú við at siga upp hesa bonusavtaluna, hóast tað er eitt krav frá okkara síðu, at hon ikki verður uppsøgd. Eitt sindur provokerandi av teimum, haldi eg, sigur Poul Michelsen.