SAS mist 475 mió. krónur av øskuni

Íslendska øskan gjørdi, at ferðafólkatalið hjá skandinaviska flogfelagnum SAS minkaði munandi í síðsta mánað, tí felagið mátti avlýsa nógvar ferðir. Felagið sigur, at tað misti ein fjórðing avc ferðafólkatalinum, og at øskan úr Íslandi hevur kostað felagnum millum 440 og 475 milliónir krónur.

Flutningsmálaráðharrarnir hjá ES samtyktu fyri nøkrum døgum síðani, at felogfeløgini skulu ikki hava fíggjarligt endurgjald frá tí almenna fyri missin av øskuni úr Íslandi.

Hinvegin kann SAS fáa lán við almennum veðhaldi, sigur danski flutningsmálaráðharrin, Hans Christian Schmidt.