Í 2018 kanst tú flúgva ókeypis við norðurlendska flogfelagnum SAS. Afturfyri skalt tú játta at móttaka lýsingar.
Sølu- og marknaðarleiðarin í SAS, Eivind Roald, roknar við, at hetta verður veruleiki innan fá ár.
- Í dag góðtaka fólk lýsingar á Spotify fyri at fáa ókeypis tónleik at lurta eftir. Á sama hátt fert tú at kunna flúgva ókeypis afturfyri at móttaka lýsingar, sigur hann við norska miðlin e24.no.
Hetta kann til dømis gerast við at hyggja eftir einum lýsingafilmi umborð á flogfarinum. Fyritøkurnar, sum lýsingin snýr seg um, gjalda so flogfelagnum pengar afturfyri eksponeringina. Vilt tú ikki síggja lýsingafilmar, mást tú gjalda fyri flogferðina.
Kappingarneytin Norwegian heldur lítið um hugskotið. Har ætla tey ikki at innføra lýsingar á hendan hátt, tí tey halda, fólk síggja sum er ovmikið av lýsingum og skulu heldur hava møguleikan at taka sær av løttum umborð á flogfarinum.