SAS og flogskiparar felagsins vóru ikki komnir til semju, tá samráðingarfreistin gekk út á midnátt.
Í fyrstu syftu vóru boðini, at ein nýggj tíðarfreist var sett til klokkan fimm í morgun.
Men ín átt skrivaði svenska tíðindastovan TT, at freistin er flutt til klokkan 10.
Harvið er enn óvist, um flogskiparar fara í verkfall í morgun.
Um partarnir ikki semjast, fara 900 flogskiparar í Danmark, Svøríki og Noreg í verkfall í dag.
Tað skrivar norska tíðindastovan NTB.
Á heimasíðuni hjá SAS stendur, at eitt møguligt verkfall fer at ávirka allar fráferðir hjá SAS Scandinavia.
Fráferðir hjá SAS Link, SAS Connect og hjá samstarvsfeløgu hjá SAS – Xfly, CityJet og AirBaltic – verða ikki raktar av verkfallinum.
Heitt verður á ferðafólk um at kanna sína fráferð á heimasíðuni hjá SAS.
Marianne Hernæs, sum er samráðingarleiðari hjá SAS á flogskipararaøkinum, sigur, at partarnir framvegis eru langt frá hvørjum øðrum.
– Men hetta er so týdningarmikið fyri ferðafólkini, at vit eru sinna at arbeiða yvir, sigur hon sambært TT.
Samráðingarleiðari hjá Dansk Meta, Keld Bækkelund Hansen, er meira vónríkur:
– Tað er nógv, sum er komið upp á pláss. Vit royna at røkka einum úrslitið, so flogførini kunnu flúgva í morgin. Men tað krevur, at vit arbeiða, sigur hann sambært TT.
– Tað er heilt vist, at nógv er komið upp á pláss, leggur hann afturat.
Røkka partarnir ikki eini semju, fer tað at merkja, at 200 til 250 fráferðir verða avlýstar um dagin. Tað kann ávirka upp ímóti 30.000 ferðafólk um dagin í bestu feriutíð.
– Vit vóna, at tað ikki hendir. Um vit enda í teirri støðuni, er tað øgiliga keðiligt. Tað er ikki gjørligt at umbóka ferðafólk nú, tí tað er fult allastaðni, sigur svenski tíðindastjórin hjá SAS, Karin Nyman, við TT.
Kjarnan í stríðnum er, at flogskipararnir eru ónøgdir við, at SAS setir nýggjar flogskiparar við bíligari sáttmálum í teimum báðum dóttirfeløgunum, SAS Link og SAS Connect.
/ritzau/