SAS merkir stóru niðurgongdina í flogvinnuni, og nú hevur flogfelagið skert munandi um sítt virksemi á flogvøllinum í Kastrup í Danmark.
Check-In skrivar, at SAS nú fer at røkja 22 farleiðir úr Kastrup, og tað er bara helmingurin av leiðunum, sum SAS hevði við ársenda.
– Vit vóna, at tey tiltøk, sum nú eru sett í verk fyri at steðga útbreiðsluni av koronusmittuni, saman við nýggju koppsetingini fara at vísa okkum á ljósið í endanum á tunlinum, Alexandra Lindgren Kaoukji, kunningarleiðari, við Check-In.
SAS flýgur millum Keypmannahavn og 17 støð í Europa. Seinastu fimm farleiðirnar eru til støð í USA og Kina.
SAS fleyg í fjør millum Føroyar og Keypmannahavn, men flúgvingin stegðaði orsakað av eitt nú støðuni við koronu.