Tónleikur
Nýggjársaftan tók 15 tær bestu samanum árið, ið fór. Tá avtornaði var greitt, at ársins best umtókta lag var
Georg eystan Á klassikarin Sasa Sa, Sa, ið nýtulkingini hjá The Dreams. Lagið lá 15 vikur á 15 teimum bestu, áðrenn tað fall fyri tíðaravmarkingini hjá sendingini. Teitur og Louis Louie var á øðrum plássi og Høgni Lisberg Learn To Ride On Waves, megnaði at gera allan top 3 á almenna føroyska hittlistanum føroyskan. Simon Kvamm gav við lagnum Igen & Igen &, eitt lítið føroyskt íslett til 4. plássið. Annars vóru ikki færri enn 9 av teimum 15 best umtóktu løgunum føroysk, og hetta vitnar um eitt gott tónleikaár.
Tað vóru 44 15 tær bestu sendingar í 2006. Í teimum royndu 220 ymisk eykaløg seg, av teimum 40 føroysk eykaløg. 113 løg komu inn á listan, av teimum 32 ið vóru føroysk. 14 ymisk løg lógu á fyrsta plássi, bert 5 løg vóru tær 15 vikurnar inni á listanum. Eitt lag; Learn To Ride On Waves hjá Høgna Lisberg, fall tó eisini fyri tíðaravmarkingini, men hevði verið tríggjar vikur á listanum í fjør. Einans 16 løg vóru meira enn 10 vikur inni á listanum. Tað hava veri 52.502 vitjanir á síðuni hjá 15 teimum bestu og 28.050 av teimum hava greitt atkvøðu, Tað gevur í miðal 637,5 atkvøður pr. sending.