info
Ongi úrslit

Sasha fer til GÍ

Fótbóltur: Bartal Eliasen fer úr ÍF og til grannarnar í Gøtu, har hann eisini fær tveir brasiliumenn sum viðspælarar

info
Jóannes Hansen
1. februar 1999 kl. 16:56
Gøtumenn hava ikki ligið á tí løtu síðuni, meðan fótbólturin hevur havt vetrarfrí. Tað er longu eitt sindur síðani, at tað fór at ljóða, at teir skulu fáa tveir spælarar úr Brasilia í somu sending, sum toftamenn fáa sínar spælarar, og nú tykist, at teir endiliga fara at fáa bilbukt við tørvin á álopsspælarum, sum teir hava havt síðani John Petersen í 1997 fór til B36. Ikki tí, Henning Jarnskor og Sámal Joensen royndust væl í álopinum í fjør ? teir skoraðu helmingin av málunum, sum GÍ fekk ? men teir kunnu brúkast alla staðni á vøllinum, og tað hevur meiri ella minni verið mett sum ein neyðloysn, at teir, sum á landsliðnum í fjør mannaðu vongverjan í vinstru og eitt miðvallarpláss, á GÍ liðnum vóru so frammarlaga.
Eftir at tað leygardagin gjørdist greitt, at tað verður loyvt at hava upp til fýra útlendskar spælarar á liðnum, kom fram, at gøtumenn umframt brasilumenninar eisini hava gjørt avtalu við Alexander Radosavljevic ella Sasha, sum hann varð nevndur á Tvøroyri, har hann var í álopinum í fjør (hann spældi fjúrtan dystir og var við fimm málum toppskorari á botnliðnum). Sasha spældi eisini við TB í 1997, og tá var hann toppskjútti í 2. deild við 23 málum.

Bartal út um Eiðið
Undan kappingarbyrjan í fjør ljóðaði tað fleiri ferðir, at Bartal Eliasen skuldi skifta felag. Millum feløgini, sum dyrgdu eftir verjuálitinum hjá ÍF, søgdust vera havnarfeløgini og GÍ. Nú hevur Bartal Eliasen gjørt av, at í 1999 fer hann út um Varmakeldueið, har hann skal spæla við GÍ.
Bartal Eliasen hevur umframt at vera sterkur við høvdinum í verjuni eisini verið roknaður sum ein hóttan í brotsteiginum hjá mótstøðumonnunum, serliga í sambandi við deyðbóltsstøður, men í fjør hevði hann ikki hepnið við sær. Tí hann skoraði einki mál. Nú verður tað takið hjá Johan Nielsen at spæla fuglfirðingin inn í verjuna hjá GÍ, har hann skal kappast við Svenn Olsen, Pól Ennigarð, sum verður burturstaddur í útbúgvingarørindunum ein part av kappingini, og so Símun Petur Justinussen, sum í fyrraárið boðaði frá, at hann ætlaði ikki at spæla í fjør. Hann var kortini bara burturfrá seks teir fyrstu landskappingardystirnar, og vit hava frætt úr Gøtu, at hann hevur verið við í venjingini í ár.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði í arbeiðsvanlukku í Vági

15. oktober kl. 07:54

Løgreglan ávar­ar: Hald­ið tykk­um inn­an­dura í Hval­vík og Streymnesi

14. oktober kl. 20:57

Hjólini eru farin út av vegkantinum

15. oktober kl. 14:22

Video: Filmur av illveðrinum í dag

14. oktober kl. 20:25

Beinir og Helena í før­oysk­um klæð­um til galla hjá kongi

Í gjár kl. 21:59

Flogruta steðg­að: Hotell í Grøn­landi stongt og øll starvs­fólk upp­søgd

Í gjár kl. 21:45

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Mótrokningin í fólkapensjónini broytt – hjá hvørjum?

12 minuttir síðan
Tíðindi

Fólkaflokkurin nærkast 30 prosentum

15 minuttir síðan
Tíðindi

Petur Dagfinn í føstum starvi hjá Faroe Ship í 40 ár

1 tími síðan
Tíðindi

Álvarsamar skuldsetingar móti Klaksvíkar kommunu

1 tími síðan
Tíðindi

Vil kanna ferðastuðul til lesandi og lærlingar

2 tímar síðan
Tíðindi

Útvið 9 av 10 kvinn­um taka av til­boð­ um bróst­krabba­skreen­ing

2 tímar síðan
Tíðindi

Bókaútgáva og útgávutiltak: Vitan og stríð og stríð um vitan eftir Tráin Nónklett

3 tímar síðan
Tíðindi

Witkoff rósar Putin: – Tú ert ein humanistur

3 tímar síðan
Fótbóltur

Birna var best í september

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Svar til Bjarna K. Petersen: Javning av skattastiganum er ikki ein skattahækking, men ein lækking

4 tímar síðan
Tíðindi

Sámal Petur vil hava Eyðdis at skjalprógva svar

5 tímar síðan
Tíðindi

Mjørki í dølunum og kavi á fjøllunum

5 tímar síðan