Føroyski landsliðsmálverjin, Aleksandar "Sasja" Lacok og liðfelgarnir í sveisiska liðnum, TSV St. Otmar St. Gallen spældu í kvøld heimadyst í bestu sveisisku hondbóltsdeildini móti HSC Suhr Aarau.
Tað eydnaðist St. Gallen at vinna ein greiðan 38-29 sigur á Aarau. Í steðginum var St. Gallen á odda 19-13.
Svenski, Andreas Björkman vardi málið hjá St. Gallen størra partin av dystinum, men Sasja slapp eisini upp í part. Sasja hevði fýra bjargingar í 14 málroyndum. Millum bjargingarnar var eitt brotskast. Svenski kappingarneytin stóð tó sera væl í kvøld, og hann bjargaði 15 av 34 málroyndum.
St. Gallen hevur fýra stig fyri tríggjar dystir, og er triðfremst í deildini.
Komandi leygardag klokkan 17 hevur St. Gallen dyst á útivølli móti oddaliðnum, Kadetten Schaffhausen.