Ein ungur maður í tjúgunum kann í morgun takka hægri maktum fyri, at hann enn er á lívi. Í hvørt fall var talan um óvanligt hepni, tá hann sunnudagin varð funnin, eftir at hann hevði koyrt út av vegnum á Oyggjarvegnum, og varð fastur í bilinum.
- Vit fingu eina fráboðan klokkan 12.55 í gjár um, at ein bilur var farin útav vegnum millum Mjørkadal og innkoyringina til Sornfelli. Fráboðanin kom frá einum ferðafólki umborð á mjólkabilinum, ið hevði eitt gott sýni oman gjøgnum hagan, og sá ein bil, ið lá á takinum. Um viðkomandi ikki sat so høgt, so hevði hann neyvan sæð bilin, greiðir vakthavandi frá.
Longu fimm minuttir seinni var løgreglan á staðnum, og stutt eftir var bæði sløkkilið og sjúkrabilur á staðnum.
- Í bilinum var ein ungur maður, ið sat fastur í bilinum. Vit vita ikki hvussu leingi hann hevur verið har, men meta, at talan hevur verið um tveir til fýra tímar. Um hetta mundi, so kempaði hann móti kuldanum eftir at hava verið har í fleiri tímar, sigur vakthavandi.
Bilførarin er enn innlagdur, men vakthavandi upplýsir, at hann er uttanfyri lívsvanda.