Satchwell og liðfelagarnir taptu greitt fyri toppliði

Elverum var ein ov stórur biti fyri Viking TIF

Liðið sum hevur Sonni Larsen sum høvuðsvenjara, og sum hevur landsliðsmálverjan, Nicholas Satchwell sum annan málverjan, Viking TIF spældi í dag dyst á heimavølli í bestu norsku hondbóltsdeildini.

 

Dysturin var móti toppliðnum, Elverum sum er ein av favorittunum til at vinna norska meistaraheitið.

 

Tað bleiv ein torførur dystur fyri Viking TIF, ið mátti leggja rygg til eitt 23-34 stórtap. Longu í steðginum sást skriftin á vegginum. Í steðginum var Elverum á odda 20-12.

 

Viking TIF er aftast í deildini við bert trimum stigum. 

 

Í dag kappaðist Nicholas við Jarle Aragon Halden um at verja málið hjá Viking TIF. Nicholas bjargaði tveimum av 19 málroyndum, meðan Jarle Aragon Halden bjargaði seks av 23 málroyndum.

 

Sunnudagin 19. november spælir Viking TIF á útivølli móti Halden, ið liggur triðaftast í deildini við seks stigum.