Heri Ólason Dam
---
Høgni Mikkelsen hevur grein í bløðunum, har hann rósar sitandi samgongu í Tórshavnar kommuna fyri at hava skapt eina støðuga menning í kommununi seinru árini. Men hendan rósanin far bráan enda, tí Høgni pástendur, at vælferðin er skapt við øktari lántøku hesi 3 síðstu árini.
Sannleikin er:
Ár/tkr. Inntøka Rakstur Íløga Lán Lán%innt.
2009 569.619 479.199 253.744 174.748 31
1010 649.593 506.440 158.473 167.360 26
2011 662.757 512.987 130.442 153.598 23
*2012 656.543 519.654 135.800 145.703 22
*Saldo pr. 30.09.2012.
Tað vil siga, at lánibyrðan er farin niður frá 31% í 2009 til 22% í 2012. Í krónum er skuldin minkað frá 174,748 mill. kr. til 145,703 mill. kr. av samlaðu inntøkuni hjá kommununi. Samstundis sum inntøkan er økt við 86,924 mill. kr.
Sum tú sjálvur sigur, hevur kommunan verið í støðugari menning hesi síðstu árini, samstundis sum skuldin er minkað. Nevnast kunnu í stuttum: Nýggjur skúli á Løgmannabreyt, Nýggjur skúli á Hamrinum á Argjum, Boðanesheimið (1% ´ið), Fimleikarbygningurin FIMI í Gundadali. Samstundis sum stórur dentur er lagdur á trivnaðin í aðrar mátar eisini
Hesa gongdina tryggjar Javnaðarflokkurin.
Vit fremja úrslit