Satt málrok í góðum summarveðri

Í trimum av dystunum var talan um útisigrar, og í tveimum dystum endaði heimaliðið omaná

SAMANUM 7. UMFAR

Fyrsti stóri triðingurin av landskappingini er lagdur afturum. Í komandi viku verður styttsti dagur, og so fer tað at ganga hin vegin aftur. Hóast kappingin frá HM og sjónvarpinum er stór, so tykist tað ikki vera huginum at síggja heimligan fótbólt at ampa.
Støðið í spælinum er sjálvandi sera ymiskt í Japan og Suðurkorea og so í føroysku kappingini. Men undirhaldið er ikki so galið í Føroyum. Tað eru málini, sum eru avgerandi, plagar at verða sagt. Og um tað verður mett út frá, hvussu nógv mál verða skorað, so er tað undirhaldandi at síggja dystirnar í bestu deildini í føroyskum fótbólti.
Sunnudagin vórðu 25 mál skorað í teimum fimm dystunum. Talan var um tveir sannførandi heimasigrar ? B36 vann 7?2 á EB/Streymi í Gundadali, og NSÍ vann 5?1 á TB í Runavík. Í hinum trimum uppgerðunum vóru tað gestirnir, sum fóru við øllum. At HB skuldi vinna á Skála var ikki øðrvísi, enn tað kundi roknast við. HB er oddalið, og Skála er botnlið.
Hinir báðir útisigrarnir vóru ikki so lættir at rokna út. Men tað tykist vera ein veruleiki, at GÍ ogVB eru ikki serliga sannførandi í løtuni. Hvørki liðið fer at blanda seg upp í stríðið um at sleppa undan niðurflyting, men í løtuni leypur tað ikki so nógv av. Serliga ikki hjá VB, sum tykist vera heilt í kjallaranum.

Avgerandi í botninum
EB/Streymur er eitt av botnliðunum. Teir sprellaðu leingi í Gundadali, men tá tað skrædnaði, so foldaðu meistararnir í B36 seg út og bøttu munandi um málmunin. Komandi sunnudag fer EB/Streymur at fáa vitjan av HB. Upp á ein máta kann sigast, at talan verður um stevnudyst, tí tað verður Sundalagsstevna í Hósvík komandi vikuskifti. Skal gongdin higartil í ár nýtast at meta út frá, so er lítið sannlíkt, at EB/Streymur fer at fáa nakað burturúr á stevnuni.
Samstundis um EB/Streymur fer at spæla heimadyst ímóti oddaliðnum, fara hini bæði botnliðini at knúlvast á Tvøroyri. TB fær vitjan av Skála, og úrslitið í tí dystinum kann fara at vísa seg at vera sera avgerandi fyri, hvussu tað verður í botninum, tá tað fyrst í oktober verður endaliga uppgjørt. Skála hevur framvegis bara tað stigið, sum teir fingu í javnleikinum á heimavølli ímóti B36.

Støðugur toppur
HB og NSÍ eru mest støðugu liðini. Komandi vikuskifti hevur NSÍ frí. Tá kunnu Jógvan Martin Olsen og hansara menn fara til Eiðis at peila HB av. Men tað verður ein løta, áðrenn tey bæði fremstu liðini fara at bresta saman seinnu ferð í landskappingini. Tað verður 15. september í Runavík. Tað fer at renna nógv vatn í ánna, áðrenn komið verður til fimtanda leikumfarið.
Oddaliðið hava bæði verið sera støðug. Næstu ferð NSÍ skal spæla í landskappingini verður, tá teir annan sunnudag í níggjunda umfarinum fara at fáa vitjan av KÍ.
Klaksvíkingar hava ikki verið í nánd av toppinum í ár. Teir kunnu ikki enn roknast millum toppliðini, men tað er klárt, at tað hevur bøtt um fótbóltslagið í Klaksvík, at teir nú hava fingið fulla úrtøku í trimum dystum upp í slag.
Komandi sunnudag fær KÍ vitjan av VB. Fótbóltslagið í Vági er einki serligt. Sambært útsøgnir seinnapartin av síðstu viku draga spælararnir ikki somu línu. Tá er støðan torfør og tung.