Sáttmálin, ið skal bjarga parlagnum

HM-kappingin kann seta stórt trýst á eitt parlag, men her er loysnin, ið kann bjarga parlagnum.

Kl 21 í kvøld byrjar heimsmeistarakappingin í fótbólt í Brasil og mong eru tey, ið gleða seg sum smábørn til jólaaftan. Hendan góðan mánaðin, HM varðar, skulu 64 dystir spælast og tá mest stendur á, eru tað fýra dystir um dagin. Tað vil siga, fyrsti dysturin verður spældur kl 17.00, meðan tann seinasti ikki er liðugur fyrr enn út móti klokkan fýra á nátt.

 

Og meðan nógv okkara gleðast um hetta, so eru tær kanska mangar, ið ikki eru so altráar eftir at HM skal byrja. Menninir fara ikki at gera peningsverk til nyttu eftir kl 17, torført verður at fáa synirnar í song, og alt kvøldið fer røddin á frásøgumonnunum at runga gjøgnum øll húsini. Hvussu skal eitt parlag yvirliva eina slíka roynd?

 

Danske Spil hava funnið eina loysn – í besta fótbóltsstíli. Teir hava skrivað eitt uppskot um ein HM-sáttmála.  Endamálið er at tryggja báðum pørtum eina góða HM-kapping, so at parlagið yvirlivir hendan mánaðin og koma aftur í fastar rammur eftir HM.

 

TRÝST HER fyri at lesa sáttmálan og fáa møguleikan at printa hann út.