Eftir at Saudia Arabia vann á Argentina í Qatar, verður sagt, at krúnprinsurin, Mohammed bin Salman, hevur gjørt av at geva leikarunum eina stóra sigursgávu í part.
Landsliðsleikararnir fáa ikki minni enn ein marglætis Rolls-Royce Phantom, og bilurin kostar helst einar 3-4 miljónir danskar krónur.
Kongurin í Saudia Arabia útnevndi eisini seinasta fríggjadag sum frídag í landinum - eftir óvæntaða sigurin á stóru fótbóltstjóðini og favorittunum, Argentina.
Tað er niðurlendska ávísin, De Telegraaf, sum ber tíðindini um stóru gávuna.
Tíðindastovan NTB veit eisini at siga, at byrjunarprísurin av einum Rolls-Royce Phantom sambært www.caranddriver.com er 4,5 miljónir norskar krónur.
Krúnprinsurin er stýrisformaður í almenna íløgufelagnum í Saudia Arabia, sum eigur Premier League-felagið, Newcastle United.