Altjóða hondbóltssamgongan, IHF hevur tikið avgerð um, at Saudiaarabia fær ikki vertsskapin fyri HM í manshondbólti, hvørki í 2029 ella í 2031.
Í norðurlendskum hondbóltsmiðlum verður yvirhøvur fegnast um hesa avgerðina.
Bæði hesi HM-endaspølini vera avgreidd í Evropa.
Kandidatarnir til vertskapirnar í 2029 og 2031 eru Týskland/Frakland og Danmark/Noreg/Ísland. Nú fer IHF í næstum at taka støðu til hvørji fáa vertsskapirnar í 2029 og í 2031.
Spania verður vertur fyri HM-endaspælinum hjá kvinnum í 2029, og Kekkia/Póland vera vertir í 2031.