Í einari 85 síður drúgvari frágreiðing, sum fregnartænastan hjá ísraelska herinum hevur skrivað, stendur, at avvarandi hjá palestinskum sjálvmorðsbumbumonnum fáa fíggjarligan stuðul frá einum felagsskapi, sum saudiarabiski innanríkisráðharrin stendur á odda fyri.
Ísraelski ráðharrin Limor Levnat, sum hevur verið við í kanningararbeiðinum, sigur, at Saudiarabia noyðist at gera av, um landið skal teljast millum teirra, sum virka fyri friði og ímóti yvirgangi. Ráðharrin segði, at ísraelska stjórnin roknar lond sum Jordan, Egyptaland og Marokko millum teirra, sum virka fyri friði, meðan Irak, Iran og Sýrialand teljast millum tey stríðshugaðu. Spurningurin er so, hvørjum bólki Saudiarabia er í, segði ísraelski ráðharrin.
Fregnartænasta hjá ísraelska herinum sigur, at avvarandi hjá palestinskum sjálvmorðsbumbumonnum hava fingið 33.000 amerikanskar dollarar. Sagt verður, at meginparturin ella 25.000 dollarar koma úr Irak, 5.300 dollarar eru úr Saudiarabia, Sameindu Arabisku Emiratini og Qatar rinda 500 dollarar í part, og at enda fáa tey avvarandi 2.000 dollarar frá teimum palestinsku sjálvstýrismyndugleikunum, sigur ísraelska fregnartænastan.
Prógvini siga ísraelsmenn seg hava funnið undir hernaðarátakinum á Vestara Áarbakka í síðsta mánað.