Human Rights Watch leggur myndugleikarnar í Saudioarabia undir at koyra børn í fongsul, og felagsskapurin heitir nú at myndugleikarnar um at endurskoða lógarverkið, so børnini fáa betri verju.
HRW sigur í einari nýggjari frágreiðing, at saudiarabisk børn, sum rýma heiman, ella sum hava samband við hitt kynið, verða ofta tikin og sett í fongsul, og tað hendir meiri enn so, at børnini sita seks mánaðir í varðhaldi, áðrenn málið verður lagt fyri ein dómara. Við gentum er uppaftur verri, tí sambært reglunum kunnu myndugleikarnir halda teimum aftur í óásetta tíð til tað, sum eitur "vegleiðing", skrivar Human Rights Watch. Felagsskapurin sigur eisini, at í nógvum førum fáa børnini ongan at verja seg, sjálvt um tey kunnu fáa sera harða revsing.
Saudiarabia hevur ikki kriminellan lágaldur, og tí er tað ofta útsjóndin hjá barninum, sum er avgerandi fyri, um dómararnir meta barnið sum vaksið fólk ella sum barn. Human Rights Watch nevnir í hesum viðfangi, at í fjør bleiv ein 15 ára gamal drongur avrættaður í Saudiarabia fyri eitt lógarbrot, sum hann hevði framt, tá hann var 13.