Johan Mortensen
So byrjaði cirkussið aftur. Fundur hevur verið í IWC, altjóða hvalanevndini, og til alla ólukku hava tær tjóðirnar sum aftur vilja fara undir kommerciella hvalaveiðu nú fingið Danmark í sin part.. Tað er sera hugstoytt at Danmark er farin í bólkin sum vil loyva hvalaveiðu, kallið tað so royndarveiðu ella líknandi møsn.
.Danmark mátti annars havt nóg mikið at hugsa um. Fyrst hava nakrir blaðteknarar chikanerað allar heimsins muslimar og nú fara danir gud-hjálpi-tú-mær eftur hvalunum. Tey túsundtals mótmælini sum Danmark longu hevur fingið tosa sít týðuliga mál, nevniliga at heimsins borgarar vilja verja hvalin, henda ediliga Guds skabning sum nær varð oyddur av ránsveiðu.
Tað eru ongi haldgóð argument fyri aftur at fara undir ótespuliga, handilsliga stórhvalaveiðu og tað verður gitað at Japan hevur mutrað litlar Stillahavstjóðir í IWC at atkvøða fyri hvalaveiðu.
Somuleiðis kann ein spyrja hvørji føroysk áhugamál danska stjórnin umboðar í hesum máli.. Allarhelst er tað bert eitt sera lítið fátal av føroyingum sum í álvara tosa sum hvalaveiðu. Flestu føroyingar duga at síggja tað neyðuga í at verja hesi seinastu súgdjór havsins. Okkum tørvar ikki stórhvalaveiðu, so einfalt er tað, tíðin er farin frá hesari vinnu eins væl og nósavinnuni.
Vit tosa um visiónir og alheimsgerð og etik og moral og alt gott um tað, men vit hava sanniliga okkara globalu ábyrgd av at verja hvalin. Við okkara tvassi um stórhvalaveiðu øsa vit enn einaferð heimsopiniónina ímóti okkum og fara vit til endans at spæla av við grindadrápið og skaða okkara útflutning og ferðamannavinnu. Vit verða flokkaði millum tær dubiøsu tjóðirnar sum ikki virða hvalir og náttúru.
Hetta er sera álvarsamt og eg fari at heita á føroyingar um at fara inn á heimasíðurnar hjá góðum felagsskapum sum GREEN PEACE og FRIENDS OF THE EARTH og gera vart við at føroyingar verja stórhvalin og ikki taka undir við donsku støðutakanina.
Vit eru ein tjóð sum hvørki góðtekur KYOTO ella SEITES avtaluna um handil við hóttum djórasløgum . Nær verða vit føroyingar ábyrgdarfullir heimsborgarar og sum verða tiknir í álvara sum Tjóð ?
Men kanska er tað her sum hundurin er jarðaður. Eru vit ein Tjóð ella bert eitt hjáland sum ikki vil taka ábyrgd av egnum landi. Skulu vit framhaldandi vera the underdog of the north atlanticheldur enn at teljast millum javnlíkar í ST, EU,WTC og øðrum fora har heimspolitikurin verður evnaður til.