Savingarflokkurin best fyri

Sunnudagin verður val í Finnlandi, og meiningakanningar benda á, at tann liberalkonservativi Savningarflokkurin verður tann størsti við beint oman fyri 20 prosentum av atkvøðunum. Men tað verður stutt niður til teir næstu, tí kanningarnar geva Sosialdemokratunum og Miðflokkinum 18 prosent í part. Verður úrslitið, sum meiningakanningarnar benda á, er tað fyrstu ferð, at Savningarflokkurin er tann størsti í Finnlandi.