Savna pengar í granskingagrunn

Granskingargrunnurin skal styrkjast við meira peningi, og lóggávan skal lagast til nýggja granskingarpolitikkin

Helena Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í mentamálum, hevur í samráð við Vísindaráðið og avvarðandi aðalráð sett tveir skjótt arbeiðandi arbeiðsbólkar.

Annar skal koma við uppskoti um at játta pening úr ymsum grunnum í Granskingargrunnin.

Hin arbeiðsbólkurin skal koma við uppskoti um at broyta lógina um granskingargrunnin, soleiðis at til ber at søkja meira breitt um stuðul til t.d. sektorgransking, og lógin skal verða lagað til og stuðla upp undir tann granskingarpolitikk, sum Vísindaráðið setir út í kortið.

Løgmansskrivstovan skrivar á heimasíðuni, at løgmaður, ið er formaður í Vísindaráðnum, mælti á fyrsta fundi hjá ráðnum í november 2008 til at leggja munandi upphæddir í ein granskingar- og vakstrargrunn, helst við at umskipa nakrar av verandi landskassagrunnum, sum ikki eru so virknir.

Landsstýriskvinnan í mentamálum er næstfomaður í Vísindaráðnum, og er hennara leiklutur at samskipa arbeiðið og at tryggja, at samtyktir í Vísindaráðnum verða settar í verk.

Mentamálaráðið, Granskingarráðið, Fíggjarmálaráðið, Fiskimálaráðið og Vinnumálaráðið eru biðin um at tilnevna umboð í arbeiðsbólkarnar. Arbeiðsbólkarnir hittust fyrstu ferð í Mentamálaráðnum fríggjamorgunin 24. apríl 2009, har bæði landsstýriskvinnan og løgmaður vóru til staðar. Tey ynsktu bólkunum góðan byr, nú teir fara til verka. Arbeiðið skal verða liðugt á ólavsøku 2009.

Hesi manna arbeiðsbólkarnar:

Sigurð Ólason Vang, Heilsumálaráðið

Annika Sølvará, Granskingarráðið

Bjarni Wilhelm, Mentamálaráðið

Anna Kass, Mentamálaráðið

Jørgen Meitilberg, Mentamálaráðið

Mortan Simonsen, Fíggjarmálaráðið

Sørin Pram Sørensen, Vinnumálaráðið

Heri Joensen, Fiskimálaráðið

Jákup Mørkøre, Fiskimálaráðið