Døgurði og konsert verður í bygdahúsinum á Strondum 2. hvítusunnudag hin 9. juni. Døgurðin verður klokkan 13, og tað verður Poul Gothard, sum fer at gera matin.
- Talan verður um eina trírættaða matarskrá við aspargessuppu, neytakjøti og ísi og kaffi omaná. Møguleiki verður eisini at keypa drykkjuvørur til matin.
Tað sigur Strálan á Strondum, sum skipar fyri tiltakinum, ið hevur til endamáls at savna pening til kappróðrarneystið, sum felagið letur byggja.
Andrias Gærdum fer at spæla klavertónleik undir borðhaldinum, og Lisa Frederiksberg fer at syngja, áðrenn dessertin kemur á borðið.
- Til tey yngstu børnini fara vit at selja franskan hot dog og svali, og børnini sleppa ókeypis í hoppiborgirnar. Barnafilmur verður eisini vístur ókeypis í biosalinum.
Strálan sigur, at í sambandi við tiltakið verður eisini konsert við Árna og Marner, og konsertin verður í hugnaliga biosalinum klokkan 19.
- Hesi tiltøk eru ein liður í at savna pening ti kappróðrarneystið, sigur Strálan á Strondum.
Myndin er av kappróðrarneystinum, sum Strálan hevur bygt, men sum enn ikki er liðugt.