Savna tær lágthangandi fruktirnar

Mánadagin varð ráðstevna um rehabilitering av fólki við varandi sjúku ella breki við heitinum "Eingin forðing" í Norðurlandahúsinum. Politikarar og fakfólk vóru á staðnum, og tey lovaðu at raðfesta økið hægri í framtíðini

Í gjár varð ráðstevna um rehabilitering hildin í Norðurlandahúsinum. MBF skipaði fyri ráðstevnuni, og var endamálið at lýsa rehabiliteringshugtakið, sum er eitt sera fjølbroytt hugtak. Ráðstevnan var serliga vend til politiska og fakliga myndugleikan fyri at fáa málið raðfest í framtíðini. Ráðstevnan var tó almenn, og nógv fólk vóru møtt.

Ráðstevnan varð skipað soleiðis, at nakrir røðarar høvdu innlegg útfrá teirra fakliga sjónarhorni til rehabilitering. Møtti endanum av degnum var kjak, har luttakarnir høvdu møguleika at spyrja panelið spurningar.

Rehabilitering eitt órøkt øki
Sjúklingafeløgini hava fyri tíð síðani sett seg í samband við Hans Paula Strøm. Hóast feløgini eru ymisk, tí at tey eru serfeløg fyri onkra ávísa sjúku, hava øll ein felags trupulleika við rehabilitering. Trupulleikin er, at um sjúklingurin ikki fær rehabilitering, so kann hann skjótt fara aftur í sjúku.
Hans Pauli Strøm og Gunner Gamborg, sum var gestarøðari frá tí danska Ergoterapeutfelagnum, løgðu báðir støran dent á, at framtíðar rehabiliteringstilboð verða skipað í samstarv millum brúkaran, tey avvarðandi og fakfólkini. Rehabiliteringin má verða grundað á borgarans samlaðu støðu bæði likamliga og sálarliga.
Leila Solmunde vísti á, at tað er týdningarmikið, at tað almenna bjóðar viðgerð og eftirviðgerð, viðlíkahald, íbúðarumstøður og onnur viðurskifti, sum skapa eitt virðiligt og innihaldsríkt lív. Tey rørslutarnaðu kunnu hava trupulleikar, um atkomuleikin ikki er góður, og tí er týdningarmikið, at tú til dømis býrt á 1. hædd, og at tú hevur stutt til handils, um tú ert rørslutarnaður.
Rósa Samuelsen, Forkvinna í Føroya Kommunufelag og borgarstjóri í Sandavági, greiddi frá, at Leila Solmunde hevur verið og vitjað Føroya Kommunufelag og greitt frá, hvussu trupult tað kann verða at koma fram hjá teimum rørslutarnaðu, tá ið tað almenna ikki ger vegir og almennar bygningar handikapvinarligar. Til dømis kann tað verða ein stórur trupulleiki hjá teimum, sum sita í koyristóli at koma uppá gongubreytina, tí at kanturin er ov høgur.
Rósa segði, at frásøgnin hjá Leilu ávirkaði tey sera nógv og opnaði eyguni hjá kommunalpolitikkarunum. Hon lovaði, at tað fer skjótt at verða gjørd ein yvirskipað ætlan fyri, hvussu framtíðar byggisamtyktir verða gjørdar við atliti til fólk við breki.

Standa á berum
-Tað er illa statt í Føroyum við rehabiliteringstilboðum. Økið hevur so at siga ligið í órøkt. Eingin viðgerð er uttanfyri sjúkrahúsið. Vit hava fysioterapi og ergoterapi, sum eru í trongum og óhóskandi umstøðum. Fólk verða noydd at fara uttanlanda at fáa viðgerð, men stuðulsmøguleikarnir eru vánaligir. Harafturat er lítil og eingin kunning um stuðulsmøguleikarnar. Skipanin er lagað soleiðis, at brúkarin skal venda sær til tað almenna fyri at fáa stuðul. Tað er ein alt ov stirvin mannagongd, sum forðar summum í at fáa tey tilboðini, sum øll hava rætt til, sigur Hans Pauli Strøm.

Lars Ødegaard, aðalstjóri í Norska Handikapfelagnum, greiddi frá um diskriminatión av rørslutarnaðum. Hann situr sjálvur í rullistóli. Tann rørslutarnaði má síggjast sum ein borgari eins og øll onnur. Tað verður lagdur dentur á tað, sum tann rørslutarnaði ikki kann, heldur enn at síggja tað, sum hann kann, segði Lars Ødegaard.

Minni virkisføri
Marin Vang vísti á, at tað verða fleiri og fleiri eldri, sum hava tørv á røkt í framtíðini. Hetta er ein stór avbjóðing fyri samfelagið, og ein loysn má finnast. Tí er tað av stórum týdningi, at fígging verður fingin til vega burturav til rehabilitering.

Carsten Henriksen, dr. med., vísti á, at triðingurin av okkum hava eina varandi sjúku. Tí er tað týdningarmikið, at rehabilitering verður boðin borgarinum. Til dømis er diabetes ein sjúku, sum fleiri og fleiri stríðast við. Í framtíðini kann tað væntast, at tað fer at spara heilsuverkinum og samfelagnum sum heild fyri pengar og betra um lívsgóðskuna og framleiðsluførleikan á arbeiðsmarknaðinum hjá brúkaranum, um størri dentur verður lagdur á rehabilitering og fyribyrging.

Bæði Leila Solmunde og Lars Ødegaard harmaðust um, at borgarin er sleptur upp á fjall, eftir at hann er útskrivaður. Tá ið eingin tilboð eru um uppvenjing og viðlíkahald er, verður borgarin møguliga skjótt sjúkur aftur. Hetta elvir til sosialar trupulleikar og minni virkisføri hjá tí einstaka.

Rehabilitering verður raðfest
Allir luttakarnir, sum tóku orðið, fegnaðust um, at rehabilitering er komið á politisku dagsskránna. Hans Pauli Strøm vísti á, at tað er í tráð við vissión 2015 og almennu heilsuætlanina hjá landsstýrinum.

Móti endanum av ráðstevnuni var kjak, har luttakarnir høvdu møguleika at koma við innleggum ella seta spurningar. Nógv róstu MBF fyri at hava skipað fyri tiltakinum, og tey vóru sera væl nøgd við innleggini hjá teimum útlendsku gestarøðarunum. Summi óttaðust fyri, at málið framyvir fer at drukna í politiskum paragraffum og undankanningum, so at einki spyrst burturúr. Leila Solmunde lovaði tó, at MBF fer at leggja alla orku í at fylgja málinum upp.

Gunner Gamborg heitti á Hans Paula Strøm um, at koma í gongd beinanvegin og at "savna tær lágthangandi fruktirnar". Tað, sum kann gerast uttan kanningar og fyrireikandi arbeiði, skal gerast beinanvegin.

Ítøkiligar ætlanir
Tveir arbeiðsbólkar eru settir at kanna, hvussu tilboðini um rehabilitering kunnu skipast best, og ein fullfíggjað frágreiðing verður givin í mai-juni 2007. Ætlanin er, at øll skulu takast við uppá ráð. Teir korporativu arbeiðsbólkarnir verða mannaðir breitt av brúkarum, avvarandi og fakfólki.Tilmælini frá arbeiðsbólkunum verða grundarlagið undir tí næsta stiginum.
Heitt varð á hans Paula Strøm um at raðfesta fimm sjúklingabólkar, sum skjótast gjørligt skulu fáa rehabiliteringstilboð. Leila Solmunde tók væl ímóti uppskotinum, tí at tað kann framskunda tilgongdina. Tó heldur hon, at tað hevði verið torført at raðfest fimm sjúklingabólkar, tí at MBF umboðar 22 limafeløg.

Hans Pauli Strøm vísti á, at Klaksvíkar og Suðuroyar sjúkrahús kunnu koma at hava lyklaleiklutir í rehabiliteringsætlanini. Tað verður arbeitt við at fáa viðgerðir fluttar til Føroya, og tað er væl møguligt, at tað verður lagt út til tey bæði minnu sjúkrahúsini.

Hans Pauli Strøm væntar, at penningur verður eyðmerktur til rehabiliteringætlanina í fíggjarlógini fyri 2007.