Fiskivinnusøga
Olaf Olsen, fyrrverandi reiðari hjá P/F Beta, er nú farin í holt við at savna tilfar um virksemið hjá gomlu "cubatrolarunum", sum felagið rak í meira enn tríati ár.
Í lýsing í bløðunum sigur hann, at felagið hevði verið takksamt, um fólk kundu lænt felagnum tilfar, sum er til taks.
- Myndir, ið hava tilknýti til skipini, hava áhuga, eins og frásagnir um hendingar av ymiskum slagi saktans eisini kunnu vera áhugaverdar, sigur hann.
Í lýsingini sigur Olaf Olsen, at felagið hevur nøvnini á øllum manningunum, sum hava veirð við hesum skipum.
Hagtøl
Sosialurin veit, at P/F Beta eigur hópin av hagtølum, sum lýsa gongd, veiði og fiskaprísir, hjá hesum skipum í mong ár, og lítil ivi man vera um, at hagtølini hjá felagnum soleiðis munnu teljast millum tey bestu í landinum yvir henda partin av fiskiflotanum.
Nógv tilfar er til skjals, og nú felagið er farið at lýsa eftir uppaftur meira tilfari um tíðina hjá "cubatrolarunum", er lítið at ivast í, at okkurt spennandi og áhugavert man fara at spyrjast burtur úr hesum.