Skal felagið framhaldandi hava ein virknan leiklut hjá føroyska útisetanum í Aalborg, mugu meiri pengar til.
Tað siga tey í føroyingafelagnum í Alborg. Tey siga, at felagið er so illa fyri fíggjarliga, at hvør einasta avgerð, tey taka, er ein fíggjarligur váði, sum kann fáa vanlukkluligar avleiðingar.
Tey fáa 100.000 krónur í stuðuli á fíggjarlógini hjá Løgtinginum, men nú fíggjarlógin fyri næsta ár er til viðgerar, søkja tey um at fáa 250.000 krónur næsta ár.
Tey siga, at tað er neyðugt, skal felagið vera virki, og eisini kunna hjálpa føroyingum at fella til.
Tað er ein sannroynd, at fellur ein føroyingur væl inn í tað danska samfelagið og missur sambandi við Føroyar og føroysku mentanini, gerst tað alsamt truplari at flyta heim aftur eftir loknan lestur, siga tey í føroyingafelagnum í Aalborg.
Tey siga, at føroyingafelagið í Aalborg, er ein miðdepil fyri føroyskar útisetar í Aalborg og í Norðurjútlandi.
Felagið hevur átikið sær ábyrgdina at skipa fyri tiltøkum við tí endamáli at knýta samanbond millum útisetar og at stimbra sambandið við Føroyar, føroyska samleikan og føroysku mentanina, meðan tey eru í Danmark.
Alt arbeiðið í felagnum er sjálvboðið og felagið er í stórari menning, tí hesi seinastu fýra árini er limatalið trýfaldað, so at tað nú eru 328 limir í felagnum. Felagið er eisini virki, tí ár har skipa tey fyri 210 tiltøkum av alskyns slagi.
Samstundis er Aalborg einasti lestrarbýur í Danmark, har alsamst fleiri føroyingar flyta til – uttan Keypmannahavn –, og talið á føroyingum í Aalborg er vaksið yvir 50 prosent, frá 2014 til 2017.
Samstundis vísir tað seg, at føroyingar, ið flyta til Aalborg, eru raskast at flyta aftur til Føroyar. Hagtøl vísa nevniliga, at 13 prosent av Føroyingum í Aalborg flyta beinleiðis aftur til Føroyar. Aðrastaðni í Danmark er talið 7 prosent.
Fíggjarliga støðan í felagnum er ein meinbogi, ið ger tað trupult at menna Felagið, siga tey í nevndini.
Ein stórur trupulleiki er, at felagið húsast í einum bygningi hjá Aalborg kommunu Hann krevur ábøtur fyri einar tríggjar milliónir krónur og tað er kommunan ikki sinnað til-
Felagshúsið er í einum sethúsaøki og tey eru bara góðkend til 55 fólk og sostatt er tað bara ein brotpartur av limunum, sum sleppur við, tá ið tiltøk eru. Avleiðingin er, at felagið missur inntøkur, og missur sambandið við limirnar.
Fyri ikki at vera til ampa fyri grannarnar, hevur felagið eisini fingið forboð, at hava tiltøk longri enn til klokkan 23 á kvøldið allar daga og tískil má felagið hava síni tiltøk aðrastaðni
Tvær ferðir um árið kunnu tiltøk vera til klokkan fýra um náttina, men hølini taka so fá fólk, at nógv sleppa ikki við.
Annars hevur felagið fyribils avlýst øll tiltøk í felagshølunum tí takið lekur og húsini hava fingið skaða.
Sostatt liggur felagið næstan í dvala, til onnur loysn verður funnin.
Skal felagið hava eini nøktandi høli, er leigan um 200.000 krónur um árið. Skal nakað bíligari fáast, verður neyðugt at fara so langt út um býin, at tað ber ikki til, siga tey.
Tí siga tey, at skal felagnum verða lív lagað sum ein virkin savningardepil fyri føroyingar, er neyðugt við eini hægri játtan.