Savnsfagnaðurin 2010 fer á flog

Ørgrynna av spennandi og læruríkum tiltøkum og upplivingum verður á Savnsfagnaðinum, sum byrjar sunnudagin

Um fáar dagar fer Savnsfagnaðurin 2010 av bakkastokki ? hesaferð við nýggjum spennandi tiltøkum, ið eisini koma út um sjálv søvnini.

Í nógv ár hava tey stóru søvnini í Havn havt upplivingardagar fyri børn, ung og vaksin úti á søvnunum. Undirtøkan hevur altíð verið góð, og vónandi koma ikki færri í ár, tí nógv tiltøk eru á søvnunum: Uppgávur, upplivingar, serfrøðingar, sum greiða frá og familjuhugni er nakað av tí, sum er á skránni á Náttúrugripasavninum, Sjósavninum, Listasavninum og Fornminnissavninum.

Tað nýggja í ár er, at Savnsfagnaðurin er farin á flog. Hann hevur breitt seg við kappingum, mentanartiltøkum og einari útferð.

30. september var síðsta freist at senda inn tilfar til tær báðar Savnsfagnaðarkappingarnar - teknikapping fyri børn og filmskapping fyri ung. Nógv áhugavert tilfar kom inn. Dómsnevndirnar viðgera nú tilfarið, og fríggjadagin í heystfrítíðini verða vinnararnir heiðraðir á tiltaki í Miðlahúsinum.

Til teirra, sum ikki hava tol at bíða til mánadagin 11. oktober kl. 11.00, tá søvnini lata upp, er eitt tiltak á skránni longu sunnudagin 10. oktober. Skipað er fyri Savnsfagnaðarútferð til Gjáar. Við Gjógv hoyra vit um eldgos og Gjáarsøgu, sleppa m.a. at síga í berginum og ganga á línu. Drekkamunnur og myndasýning verður í Gjáargarði.

Tiltøk uttan fyri søvnini

Savnsfagnaðurin breiðir seg eisini oman í Miðbýin í Havn, har Tutl og Miðlahúsið verða karmur um tiltøkini Vísindi og list ? ein heild.

Hvønn gerandisdag í heystfrítíðini verða tónleikatiltøk í Tutl á Káta Horninum, har tónleikurin er tengdur at evnunum, sum Savnsfagnaðurin snýr seg um.

Í Miðlahúsinum verða hvørt kvøld tveir styttri fyrilestrar og ein tónleikaløta við kendum føroyskum tónleikarum. Tey fýra søvnini standa fyri hvør sínum kvøldi frá mánadegi til hósdag. Fríggjakvøldið verða so vinnararnir av Savnsfagnaðarkappingunum heiðraðir, og ein spennandi almenn Savnsfagnaðarquiz verður á skránni saman við einari tónleikaløtu.

Myndir frá teknikappingini verða at síggja bæði í Miðlahúsinum og Býarbókasavninum.

- Endamálið við hesum tiltøkum er at vísa á, at vísindi og list ikki eru so fjar frá hvørjum øðrum, tí bæði krevja sama byrjanarstøði ? nevniliga kreativitet og eygleiðing, siga søvnini í tíðindaskrivi.

Ymisk tiltøk á Savnsfagnaðinum:

Filmskapping Luktupplivingar

Teknikapping Savnsfagnaðarútferð til Gjáar

Serfrøðingar greiða frá Fyrilestrar og tónleikur í Miðlahúsinum

Søguløta Tónleikur í Tutl

Krabbafisking Almenn Savnsfagnaðarquizz

Listatúrur