Hóast sangarin í Saybia, Søren Huss, misti konu sína Camillu í eini syndarligari ferðsluvanlukku 17. desember 07, so verður hann longu aftur á pallinum saman við Saybia 22. februar 08. Fólk høvdu hálvavegna væntað, at konsertirnar hjá bólkinum fóru at verða avlýstar, men so er ikki. Tvørturímóti hevur Saybia kunngjørt, at teir seta tvær konsertir afturat á skránna.
Fyrstu konsertirnar verða á norska festivalinum “Uken 08”. Tað veit DR.