ÍSB fyllir 30 ár

– Hesi árini hava verið fantastisk og ÍSB er blivið størri og betri, enn eg nakrantíð droymdi um, sigur formaðurin, Egga Jensen, sum eisini var við til at seta ÍSB á stovn

ÍSB: Í morgin eru 30 ár liðin, síðani ÍSB var sett á stovn, og í hesum sambandi hevur ÍSB boðið fleiri útlendskum gestum hendavegin, eitt nú formonnum og skrivarum úr hinum norðurlendsku sambondunum. Men fremsti gesturin, sum vitjar í Føroyum í sambandi við hátíðarhaldið, er uttan iva Sir Philip Craven, sum er forseti í IPC og nevndarlimur í IOC.
Umframt at vitja ÍSB, hevur hann hitt leiðsluna í Ítróttarsambandinum og hevur í dag fund við løgmann, Kaj Leo Johannesen. Fremsta málið á hesum fundum er føroyska umsóknin um olympiska viðurkenning, sum í fleiri áratíggju hevur ligið hjá altjóða olympisku nevndini, IOC, uttan tó at hava fingið játtandi viðgerð enn.
– Eg skilji væl, at hetta er eitt mál, ið upptekur tykkum nógv, men nú mugu tit ikki gloyma, at eg eri boðin hendavegin í sambandi við stóra dagin hjá ÍSB, sigur Sir Philip Craven.
– Eg eri ótrúliga glaður fyri at vera her, millum góðar vinir og eldhugað fólk. Áðrenn eg endaði í koyristóli, dámdi mær væl at ganga í náttúruni, og til tað endamálið kann eg ikki síggja fyri mær nakað vakrari enn tykkara land.
Ein annar týðandi gestur er forsetin í europeisku paralympisku nevndini, danskarin John Petterson, sum saman við hinum gestunum verður við til norðurlendska ráðstevnu í morgin og stóran veitsludøgurða í annaðkvøld.

Gekk skjótt
Spírin til ÍSB kveiktist, tá Egga Jensen saman við donskum læraraskúlaítróttarlærarum í 1979 vitjaði Beitostølen Helsesportsenter í Norra, sum er uppvenjingarmiðstøð fyri brekað. Árið eftir fór hann aftur hagar saman við 28 læraraskúlalesandi, og heimafturkomin fór Egga saman við øðrum undir at seta á stovn ítróttarsamband fyri brekað. Hetta var gjørt í tøttum samstarvi við ÍSF.
– Hetta hava verið nøkur fantastisk ár, og og ÍSB er blivið størri og betri, enn eg nakrantíð droymdi um. Vit fingu beinanvegin norðurlendskan limaskap, og síðani hava vit fingið altjóða limaskap, har vit kunnu fáa tað, sigur Egga Jensen, sum er formaður ítróttarsambandinum fyri brekað.
– Fyrsta kappingarferðin uttanlands var í 1981 til Vestmannaoyggjarnar, og síðani hevur ÍSB verið við til bæði NM-, EM- og HM-kappingar, umframt til paralympiskar leikir, og allastaðni hava vit vunnið hópin av heiðursmerkjum hesi árini, serliga í svimjing.