Um vikuskfitið varð norðurlandameistarakapping í boccia hildin í Keflavík í Íslandi. Boccia er eitt bóltspæl, sum er smíðað til rørslutarnað.
Ítróttafólkini verða flokkað eftir brekið: Teir, ið sita í koyristóli og nýta slidsku eru í einum flokki, teir í koyristóli, sum nýta hendurnar, eru í einum flokki, og endilga eru teir íðkarar, sum standa og kasta bólkaðir fyri seg.
ÍSB sendi fýra luttakarar til Íslands, og ikki kann sigast annað enn, at væl kom burtur úr hesum. Ungi og evnaríki Áki Joensen vann gullmerki í sínum bólki, meðan Jógvan Telling Joensen, sum er meira royndur og nærlagdur, eisini vann sær gullmerki.
Harmumframt megnaði føroyska liðið at vinna bronsu í liðkappingini, og eisini hetta má metast sum eitt heilt gott úrslit.
Á føroyska liðnum vóru Jógvan Tellin Joensen, Marius Johansen og Sámal Jacobsen.
Føroyingar hava leikt boccia síðani miðskeiðis í áttatiárunum, og er hetta fyrstu ferð at tað hevur eydnast at vinna heiðursmerki í norðurlendskum høpi. At so tvey av hesum vóru úr gulli, ger ikki avrikið minni gott!
Stuðla ferðini hevði nýggi høvuðsstuðulin hjá ÍSB, Føroya Lívstrygging.