Ósbjørn Jacobsen arkitektar hava vunnið kappingina um at tekna nýggjan dagstovn við Gøtugjógv, boðar Eysturkommuna frá.
Í 2016 samtykti býráðið í Eysturkommunu, at skipast skuldi fyri innbodnari arkitektakapping til nýggjan dagstovn við Gøtugjógv. Ein arbeiðsbólkur varð settur, við umboðum úr leiðsluni á verandi stovni, starvsfólkum, foreldrum, fyrisiting og politisk umboð. Arbeiðsbólkurin hevði til uppgávu at koma við einum uppskoti til ein framtíðar dagstovn, bygdan á íblástur til námsfrøðiliga arbeiði frá italienska hugspekinginum Reggio Emilia og úr føroyskari mentan.
5 teknistovur vóru bodnar við:
EM Ráðgeving Sp/f
Fuglø Arkitektar Sp/f
Ósbjørn Jacobsen Arkitektar Sp/f
Selmar Nielsen Arkitektar Sp/f
Teknistovan Gøta Sp/f
Innkomnu uppskotini vóru sera ymisk og áhugaverd. Dómsnevndin skuldi sambært kappingarskránni meta um og geva uppskotunum stig millum 0 og 10 stig fyri ávíkavist arkitektur, virkisføri og honorar.
Dómsnevndin metti, at tað besta uppskotið hevði Ósbjørn Jacobsen Arkitektar Sp/f. Uppskotið fevnir um bygning í tveimum hæddum, lagdir oman á hvønn annan, við eini forskjóting. Bygningurin er lagdur inn í lendið. Vøggustovurnar liggja í ovaru hæddini og barnagarðurin í niðaru hæddini. Oman á bygninginum eru útirúm og parkering, umframt torg við stutttíðarparkering og avseting.
Bygningarnir eru bundnir saman við einum dupulthøgum rúmi. Hetta rúm, ið er miðhøllin og virkisrúm, fær dagsljós inn frá báðum endum og í miðjuni.
Hesin bygningurin ger, at sum minst verður tikið burtur av lendinum, og havin og trøini omanfyri koma til sín fulla rætt.
Uttandura millumrúmini millum stovurnar, har vindeygu eru, binda stovurnar saman tvørtur um útipartin á ein hátt, sum skapar opinleika og økir um nýtslumøguleikar og upplivilsi. Harumframt hava stovurnar góðan sólargang meginpartin av degnum.
Í dómsnevndini vóru: Hans Mourits Foldbo, Tollakur Joensen, Ove Heinesen, Dagbjørt Ó. Hansen, Heidi Poulsen, Gunnar Hoydal og skrivari var Tórálvur Weihe.