Ísbjørnin í Íslandi skotin

Ísbjørnin, sum í gjár eftir ein langan svimjutúr setti troyttu labbarnar á islendska jørð, varð í kvøld skotin

Hon kom í land í einum fuglareservati, har hon át egg og gjørdi um seg. Íbúgvarnir vórðu bidnir um at halda seg innandura. Tað eru bara tvær viku síðani ein onnur bjørn kom á land í Íslandi.

Hon varð eisini skotin. Hetta skapti mikla øsing, so hesaferð vórðu boð send eftir einum liði frá Djóragarðinum í Keypmannahavn, sum skuldi royna at doyva ísbjørnina, so hon kundi flytast á eitt trygt stað. Íslendsku myndugleikarnir mettu, at hon var vandamikil fyri menniskju.

Tað var Carsten Grøndahl, djóralækni frá Zoo í Keypmannahavn, kom til Hruni til tess at doyva ísbjørnina.

Men so langt náddi hann ikki, sigur Bengt Hols, varastjóri í København Zoo við Ekstrabladet.dk.

Ísbjørnin fór út á eitt nes, og tá teir skuldu royna at koma henni nærri fyri at doyva hana við einum píli, fór hon til stroks, og so hildu myndugleikarnir vanda vera á ferð, og at best var at drepa hana.

Tey vóru eisini bangin fyri, at hon fór at leypa á bláman og leggja at landa onkra aðra staðni, har hon kundi verða vandamikil fyri fólk.