Ísbrúgvin smeltar: Nýggj oyggj undan kavi

Nú er hetta ikki bara eitt nes longur, sum stingur út undan ísbrúnni, men hetta er ein verulig oyggj.

 

 

Ein oyggj á umleið tíggju ferkilometrar er komin undan kavi á Svalbard, eftir at ísbúgvin smeltar - Tú verður altíð ovfarin, tá ein nýggj oyggj kemur, sigur ísgranskarin, sum starvast hjá Norsk Polarinstitutt, Geir Moholdt, við norsku heimasíðuna - www.vg.no

Hann vísir á, at nýggja oyggin er komin upp á Brageneset, sum tey á norskum rópa staðið á Svalbard. Her hevur verið eitt nes, men undir ísbrúnni, sum áhaldandi er vorðin minni, er nú komið eitt veruligt landslag undan kavi.

Nú er hetta ikki bara eitt nes longur, sum stingur út undan ísbrúnni. Hetta er ein verulig oyggj. - Myndirnar vísa stig fyri stig, hvussu ísbúgvin er minkað, og hvussu sjógvur er vorðin ein partur av landslagnum.

##med2##

Ísgranskarin hjá Norsk Polarinstitutt, Geir Moholdt, vísir á, at myndirnar, sum eru tiknar við nøkrum árum ímillum, nú týðiliga vísa, at her er talan um eina nýgga oyggj, sum er komin undan ísinum á Svalbard.