Scandinavian Star: Hví skuldu 159 menniskju lata lív?

Scandinavian Star, 27. apríl 1990, Noreg. Mynd: savn

Nýggj vitan um størstu brotsgátuna í skandinaviskari søgu kemur fram júst nú. In.fo fylgir við í beinleiðis tíðindafundi úr Oslo.

Hóast tað eru 26 ár síðan eldurin kyknaði og kravdi 159 menniskjalív, hómar man enn ein feril av royki frá Scandinavia Star. Myndaliga sagt. Ì dag kemur nevniliga nýggj vitan fram. Vitan sum setur norsku myndugleikarnar í serstakliga ringt ljós. 

”Tann sum trýr, at hann kann stóla á norsku myndugleikarnir, hann tekur veruliga feil”, sigur ein norskur løgfrøðingur á tíðindafundi júst nú. Seinastu 6 árini hevur hann verið við til at kanna 26 ára gomlu sakina.

Tað er danskarin Flemming Thue Jensen sum er høvuðspersónurin á tíðindafundinum í Oslo í dag. Hann er skipstøkningur og fyri 26 árum síðan varð hann settur at kanna, hví eldur kyknaði í skipinum. Tað var norska løgreglan sum setti hann at kanna, hví eldur kom í, men sambært Flemming Thue Jensen, hevur løgreglan aldrin lurtað eftir honum.

”Norska løgreglan hevur nógv at skamma seg yvir. Høvdu tey lurtað eftir mínum prógvum, høvdu ósek fólk aldrin verið ákærd fyri hesar ræðuleikarnar”, sigur Flemming Thue Jensen, sum altso var ein av tveimum tøknikarum ið kannaðu skipið, stutt eftir at eldurin var kyknaður 7. apríl í 1990.