Í 1902 framleiddi "Maskinfabriksaktiebolaget Scania" sín fyrsta lastbil. Talan var um ein lastbil við 2. syl., 12 hk og lastaði 1,5 tons. Hesi 100 árini hava teknisku framstiðini verið so ómetaliga stór bæði hvat viðvíkur støddini á bilunum, støddini á motorunum og hvat bilarnir lasta í dag. Scania Danmark bleiv stovnað í 1962, og seinni komu bilarnir hendan vegin. Scania og Volvo avloystu Bedford og Austin / Morris lastbilarnar í Føroyum. Teir fyrstu sum komu hendan vegin vóru Scania-Vabis.