Klaksvík: Avloysaraferjan, Scania, sum siglir millum Klaksvík og Fuglafjørð, siglir nú ein túr afturat hvønn gerandisdag.
1. mai kom summarsiglingin í gildi, og tað merkir eisini, at Scania nú siglir túrin av Klaksvík kl. 20.25 og av Fuglafirði 21.15 hvørt kvøld í vikuni. Harafturat siglir Scania eisini sunnumorgunin klokkan 7.50 av Klaksvík og kl. 8.40 av Fuglafirði.
Meðan Scania siglir á leiðini verður túrurin hjá Másanum úr Hvannasundi broyttur frá klokkan 9.10 til 10.00.
Kanska til Suðuroyar
Æltanin er, at Scania skal sigla um Suðuroyarfjørð, tá Smyril fer í dokk í tveir ella tríggjar dagar í næstum.
Men Scania hevur ikki loyvi at sigla um Suðuroyarfjørð sum er.Strandferðslan arbeiðir við at finna eina loysn á hesum.
Ein av trupulleikunum er, at Scania hevur eingi festi í dekkinum, og tí verður kannað, um onnur loysn er at festa stórar bilar, kanska við luftpútum. Í uppihaldsrúmunum eru leysir stólar, men hetta heldur Strandferðslan fer ikki at vera ein trupulleiki í mai mánaði.