Scarlett er nakað serligt

Tað ganga ikki nógvar dagar ímillum, at sjónleikarin Scarlett Johansson, ið hevur norðurlendsk ættarbond, verður kosin til eitt ella annað. Vakra Scarlett hevur spælt við í fleiri stórum filmum seinnu árini, og hon hevur millum annað spælt saman við legenduni Woody Allen í onkrum av hansara filmum.
Woody Allen skal hava sagt um Scarlett Johansson, at hon er “ólógliga sexut”.
Tað seinasta um Scarlett er, at enska blaðið Glamour hevur staðfest, at Scarlett hevur tann mest mest sexuta kroppin í heiminum. Hesaferð eru tað 5000 konufólk, sum hava givið Scarlett heiðurin. Í hølunum á Scarlett koma Jessica Alba, Gisele Bundchen, Jennifer Aniston og Angelina Jolie.