Hollywood sjónleikarinnan Scarlett Johansson er pennavinur við demokratiska forsetavalevni Barack Obama. Tey senda regluliga teldupostar saman, har Obama m.a. hevur skrivað, at honum dámar sera væl filmar ? og serliga ?Lost in Translation? hjá Johansson.
Fyri stuttum almannakunngjørdu Johansson og sjónleikarin Ryan Reynolds, at tey skulu giftast ? men við tíðindafólk hevur Johansson nú sagt í skemtið, at hon í veruleikanum er forelskað í Obama.
- Eg haldi, tað er ótrúligt, at senatorurin (Obama) altíð hevur tíð til at svara mínum teldupostum, tá ið hann altíð hevur so nógv at gera í valstríðnum. Men eg havi hoyrt, at hann eisini ringir og sigur takk við tey fólkini, sum hava givið pening til valstríðið. Tað er fantastiskt bæði at stuðla einum og hava eina persónliga samrøðu við viðkomandi, sigur hon frá.