Scenografiskeið á Viðareiði

Í mars skipar MáF saman við Klaks¬víkar Sjónleikarafelag fyri scenografiskeiði á Hotel Norð á Viðareiði. Skeiðið gevur innlit í tey amboð, modernaði scenografurin brúkar í dag, sigur MáF. Lærari verður Maria í Dali, scenografur á Kongliga Teatrinum í Keypmannahavn, sí www.scenograferne.dk. Hjálparlærari verður Anna Sofía Egilstrøð, scenografur í Sjónleikarhúsinum í Havn. Skeiðið verður fríggjakvøldið 7. mars kl. 19 og endar sunnudagin 9. mars kl. 16.

Skeiðið er fyri øll, ið hava áhuga fyri scenografi og sjónleiki. Pláss er fyri 20 fólkum.

Meira fæst at vita á heimasíðuni hjá MáF www.maf.fo.