Schandorff skal døma til OL

Um bert tvær vikur skal Schandorff Vang úr Føroyum til Beijing, har hann skal vera dómari í bogaskjótikappingini í Olympisku leikunum

Hetta er størsta avbjóðing ein kann fáa innan døming – at døma við Olympisku leikirnar. Schandorff Vang hevur verið altjóða dómari síðan 1996 og hevur verið dómari í nógvum stórum kappingum, eitt nú Paralympic 2000, HM í feltskjóting 1998, 2002, 2004, 2006 og aftur í september 2008, innandura HM 2003, World Cup í Turkalandi, har hann var dómaraformaður, World Cup finalurnar 2007 í Dubai og nógvar fleiri.


Langur vegur

Vegurin til eitt pláss sum dómari við OL er langur og alt byrjaði við eini innbjóðing til altjóða dómaraskeið í Svøríki í 1996. Við á skeiðnum vóru 28 luttakarar og stóð Schandorff royndina sum ein tann besti saman við einum úr Noregi. Av tí, at Føroyar ikki vóru limir í altjóða felagsskapinum FITA, fingu danir boð um, at Schandorff skuldi á teirra dómaralista fyribils.

Í 1997 fingu Føroyar altjóða limaskap og tá bleiv Schandorff fluttur á egnan listan sum føroyskur altjóða dómari.

Fyrstu trý árini var hann kandidat og skuldi fáa royndir og eygleiðast. Eisini skuldu fleiri uppgávur gerast við góðum úrslitum. Tá trý ár vóru liðin fekk hann góðkenning sum altjóða dómari.

Fyrsta uppgávan var HM í felt 1998 í Eysturríki. Føroyar hava onga feltskjóting, so hetta var ein stórur gloypibiti. Men so mikið væl gekk, at síðan tá er bert ein slík HM-kapping farin aftur við borðinum. Í dag verður Schandorff mettur at vera ein tann mest royndi feltdómarin í heiminum.

Størsta uppgávan higartil var Paralympic 2000 í Sidney. Táverandi altjóða dómaraformaðurin gav boðini um úttøku persónliga og segði, at førleikin var í lagi at kunna fáa sjálvt OL, men at praktisku royndirnar tá ikki vóru so nógvar, men vildu teir testa Schandorff til Paralympic.

Síðan hevur alt gingið fet fyri fet við døming, skeiðum og testum, og nú er stóra málið nátt – OL í Beijing stendur næst á skránni.


Strævnir dagar

– At sleppa kring heimin at døma er stuttligt, gevur nógvar upplivingar og nógvar nýggjar vinir. At døma í stórum kappingum er ikki beinleiðis feria, sum mong halda. Dagarnir eru langir og strævnir. Vanliga byrja vit við morgunmati klokkan sjey og fara síðan til kappingarøkið at rigga til og kanna eftir, at alt er í lagi, og sjáldan eru vit aftur á hotellinum fyrr enn um sjeytíðina á kvøldi. So eitt skjótt bað áðrenn døgurðan. Eftir døgurðan er eftirmeting. Hetta er so at siga hvønn dag. Og dagin eftir, at seinasta finalan er skotin, verður mann settur í flogfarið og sendur heima aftur, greiðir Schandorff Vang frá.

Soleiðis verður eisini á Olympisku leikunum. Dagin eftir komuna til Beijing byrjar skráin við, at búnar skulu fáast til vega. Farið verður til goymsluna at taka endalig mát og fáa allar búnar og útgerð útflýggjað. Síðan skal kappingarbreytin kannast, so alt stendur mát sambært altjóða reglum.

– Eg veit ikki enn, um vit dómarar sleppa við til setanina, men vanligt er, at tey, sum hava fingið umboðsskjal frá altjóða felagsskapi, fáa atgongd. Og slíkt skjal havi eg longu fingið, sigur Schandorf Vang.


Myndatekstur:

Schandorff Vang skal døma á Olympisku leikunum í Beijing í næstum

Savnsmynd