Schmeichel aftur í netinum eftir bóltinum

Premier League: Chelsea er í stórformi og vann 3-0 á Kasper Schmeichel og Leicester City

Fyrsti dysturin í 12. umfari í Premier League hevur verið. Oddaliðið Chelsea vann greiðan 3-0 sigur á Kasper Schmeichel og Leicester City, ið hava tað torført í løtuni.

 

Gestirnir úr London vóru omaná frá byrjan. Longu aftaná eitt korter skoraði týski miðverjin,  Antonio Ruediger, eftir hornaspark. Bara eitt korter seinni økti fyrrverandi Leicester City spælarin, N'Golo Kante, til 2-0.

 

Í seinna hálvleiki skifti Chelsea út og millum teirra, sum komu inn, var Christian Pulisic. Hann staðfesti sigurin við máli til 3-0. Chelsea er nú seks stig fremst, undan restina av dystunum.