Gerhard Schröder, sum var týskur samveldiskanslari árini 1998 til 2005, er kendur fyri at hava góð sambond við russiskt vinnulív og politisku leiðsluna í Kreml.

Schröder: Russland vil samráðast

- Tey góðu tíðindini eru, at Kreml ynskir eina samráðingarloysn, sigur fyrrverandi týski samveldiskanslarin, Gerhard Schröder.

 

Gerhard Schröder, sum var týskur samveldiskanslari árini 1998 til 2005, er kendur fyri at hava góð sambond við russiskt vinnulív og politisku leiðsluna í Kreml.

Fyrrverandi týski samveldiskanslarin, Gerhard Schröder, heldur, at Russland er til reiðar at seta seg við samráðingarborðið fyri at finna eina loysn á krígnum í Ukraina.

 

Gerhard Schröder var týskur samveldiskanslari árini 1998 til 2005.

 

Hann er kendur fyri at hava góð sambond við russiskt vinnulív og politisku leiðsluna í Kreml.

 

Í einari samrøðu við týska miðilin, Stern, umrøður hann avtaluna um útflutning av ukrainskum korni sum eina góða loysn millum stríðandi partarnar.

 

Fyrrverandi samveldiskanslarin væntar, at avtalan millum londini kanska kann mennast til eisini at fevna um eina vápnahvíld.

 

- Tey góðu tíðindini eru, at Kreml ynskir eina samráðingarloysn, sigur Gerhard Schröder í samrøðuni.

 

Talsmaðurin hjá russiska forsetanum, Dmitrij Peskov, váttaði í dag, at Russland er sinnað at samráðast við Ukraina um eina friðarloysn.

 

- Dmitrij Peskov legði tó dent á, at hetta má vera upp á russiskar treytir, skrivar tíðindastovan NTB.

 

 

 

Gerhard Schröder, sum var týskur samveldiskanslari árini 1998 til 2005, er kendur fyri at hava góð sambond við russiskt vinnulív og politisku leiðsluna í Kreml.