Guvernørurin í Kalifornia, Arnold Schwarzenegger, vil hava Barack Obama, forseta at lýsa Kalifornia í neyðstøðu, tí turkur hóttir landbúnaðin í statinum Áðrenn hann gjørdist politikari, var Arnold Schwarzenegger ikki tann, sum plagdi at rópa neyðarróp, men nú stendur so illa til í stati hansara, at hann hevur biðið Barack Obama, forseta um hjálp.
-Central Valley er drívmegin í okkara landbúnaði, og arbeiðsloysið har er oyðileggjandi fyri búskapin og til skaða fyri fólkið í Kalifornia, sigur guvernørurin.
Tað hevur regnað óvanliga lítið í Kalifornia í meiri enn eitt ár, og longu í februar lýsti Arnold Schwarzenegger neyðstøðu í einum parti av statinum orsakað av tí áhaldandi turkiinum.
Ein kanning vísti herfyri, at umleið 70.000 fólk kunnu missa arbeiðið orsakað av støðuni í Central Valley, har arbeiðsloysið longu liggur um 20 prosent í summum støðum frammanundan.