Í 3 ár hava føroyskar kappróðrarmanningar luttikið í kappróðri í gig á Scillyoyggjunum. Tað var Amerada Hess og seinni The Faroese Partnership, ið fingu hetta í lag og hava stuðlað.
Nú verður latið til Róðrarsambandið at umsita hetta, hóast stuðlarin er hin sami. Petur Even Djurhuus frá The Faroese Partnership segði á tíðindafundi í gjár, at endamálið við slíkum stuðli er, at tiltakið skal halda fram, fáa egið lív. Hann fegnaðist um, at henda roynd at geva róðrarfólki ein møguleika, ið tey høvdu havt trupult við at troytt sjálvi, er eydnast.
Stórar broytingar
Nú Róðrarsambandið skal umsita peningin og tiltakið viðvíkjandi róðrinum á Scillyoyggjunum, verða eisini broytingar gjørdar.
Áður slapp vinnarin hjá 10 mannaførum við monnum at luttaka. Í ár skavaðu kvinnurnar á Jarnbardi eisini saman til luttøkuna og vístu seg sum sonn konubrot, sum tikið varð til á tíðindafundi hjá Róðrarsambandinum í gjár.
Róðrarsambandið hevur valt at taka eitt ár í senn, m.a. tí tað er sera kostnaðarmikið at senda fólk avstað, men greitt er, at í framtíðini fara tvær manningar at luttaka. Mannfólk og konufólk.
Hjá monnum skulu manningarnar í 6, 8, og 10 mannaførum kappast um at manna bátin á Scillyoyggjunum og hjá kvinnum skullu kvinnurnar í 5 og 6 mannaførum kappast.
Báturin, ið hevur flest stig, vinnur. Eru bátar javnir, eru serstakar reglur fyri hesum.
Orsøkin til, at tað ikki longur bert er kapping millum 10 mannaførini, sigur Róðrarsambandið vera, at sambandið hevur skyldu yvirfyri øllum. Orsøkin til, at t.d. FM vinnarin hjá 5 mannaførum hjá drongjum ikki er við í kappingini er, at róðurin á Scillyoyggjunum er sera harður og teinurin langur. Mett verður eisini, at hesir fáa møguleikan, um teir halda fram at rógva. Hesir hava tó ikki púrt einki at kappast um, tí umframt FM heitið, hava teir eisini møguleika at sleppa til Sorø at rógva.
Frammi hevur verið, at møguliga skal nýggj gig byggjast til føroysku rógvararnar. Møguliga, tá olja verður funnin við Føroyar, hevur argandi og skemtandi verið tikið til. Einki er tó avgjørt hesum viðvíkjandi.
Heldur ikki er avgjørt, hvørt skipað verður so fyri, at fjepparar kunnu sleppa við á ferðini. Her verður mett, at ferðamannastovur og onnur eisini mugu inn í myndina.
Stuðlarnir, oljufeløgini, eru fegin um broytingarnar, ið eru gjørdar, tí sostatt er kappingin vorðin breiðari, verður mett.
Sostatt er ikki bert FM heitið at kappast um í føroyskum kappróðri, men eisini luttøka í kappróðri uttanfyri landoddarnar.
Róðurin á Scillyoyggjunum verður í framtíðini bert róptur Scillykappingin.