info
Ongi úrslit

Sclerosufelagið fekk fyrstu kærleikskúluna

Súsan í Jákusstovu hevur sniðgivið ársins kærleikskúlu

Nanný Toftegaard
29. november 2023 kl. 14:44

Ársins kærleikskúla er júst handað á Listasavninum. Kærleikskúlan í ár er tann 15 í røðini.

Súsan í Jakupsstovu hevur sniðgivið, hon játtaði beinanvegin at sniðgeva kærleikskúluna og frøddist um at fáa fríðar hendur. Ófriðurin í heiminum dag hevur ávirka listakvinnuna nógv, tí hevur kærleikskúlan í ár ein boðskap um frið. Myndaevnið er ein hvít dúgva og í hvørjari kúlu eru trý fræ.

Á hvørjum ári verður fyrsta kærleikskúlan handað til eina virðiliga fyrimynd. Í ár fekk Sclerosufelagið henda heiður. Hallur Thomsen takkaði fyri og segði at hettar eggjar felagnum at halda fram við arbeiðinum.

Hedvig Johansdóttir, stjóri á Dugna, beyð vælkomin. Hon vísti á, at allar kærleikskúlurnar eru serstakt sniðgivnar, eingin er eins, líkasum at eingi menniskju eru líka og tað skal vera pláss fyri øllum.

Siri Stenberg landstýriskvinna í almanna og mentamálum vísti á, at kærleikskúlan við sínum listarliga og sosiala íkasti, er ein staðfesting av at almanna og mentamál nú eru samanrunnin.

##med2##

##med3##

##med4## 

 

Mest lisið hesa vikuna

Tvey samdøgur á kjølinum

Í gjár kl. 01:17

Eysturoyar-tunnilin stongdur úr Havn

11. september kl. 13:57

Myndir: Tingfundur 10.09.26

10. september kl. 20:06

Stór mótmælir um alt Týskland

21 tímar síðan

Sløkkiliðsfólk heiðrað

11. september kl. 11:25

Tvøroyrar kommuna misti 36 íbúgvar

10. september kl. 18:54

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

European Cup: Kyndil tapti samanlagt við 11 málum

12 minuttir síðan
Fótbóltur

NSÍ heldur tørn um oddasessin

33 minuttir síðan
Fótbóltur

Fróði fekk fulla úrtøku í fyrstu royndini

50 minuttir síðan
Tíðindi

Exit-poll: Andstøðan er á odda í Svøríki

1 tími síðan
Fótbóltur

Árni gevst á landsliðnum

1 tími síðan
Tíðindi

Nýtt og gott gamalt í Listasavni Føroya

1 tími síðan
Lesarabrøv

Pisa 2026: Tað, sum eg hugsaði

2 tímar síðan
Lesarabrøv

Gloymið alt um kommunala útjavning við verandi kommunubygnaði

2 tímar síðan
Tíðindi

Burn: H71 vann greiðan sigur á StÍF

2 tímar síðan
Tíðindi

Frálík konsert á Viðareiði í gjárkvøldið

2 tímar síðan
Fótbóltur

Andras kom og sá og sigraði

3 tímar síðan
Tíðindi

Russisk drona rakti ferðafólkatok á veg úr Kyiv til Warszawa

3 tímar síðan