Hans J. Joensen
Eg fari tó fyrst at heita á journalistin frá Sosialinum um at kontakta Helga Larsen persónliga og spyrja hann um hann hevur teknað SEA-BAT modellið?
Eg haldi eisini, at tað er djarvt, at fara út at krevja endurgjald frá einum, sum man farmmanundan skyldar langt yvir eina millión til.
Flótitrolslemmarnir Sea Bat, hjá Rock í Vági, og Stealth hjá Injector ApS. eru heilt ymiskir.
Leygardagin visti Sosialurin at siga frá, at nýggju flótitrolslemmarnir, sum eru mentir og framleiddir á lemmavirkinum Rock í Vági, eru óvanliga góðir, og hartil spara í túsundavís av krónum í oljunýtslu um dagin. Hetta greiddi Sonni Johannsen, skipari á Ennibergi, frá í samrøðu við Sosialin. Suðurrás hevði eisini 1. mai í ár grein um flótitrolslemmarnir Sea Bat, og var tá eisini samrøða við Sonna Johannesen í sendingini Viðurgerði, sum varð send sama dag. Umframt at samrøða eisini var við undirritaða, stjóra á Rock, sum saman við Johannes Andreassen á Rock, hevur ment flótitrolslemmarnir Sea Bat. Lemmavirkið Rock hevur gjørt hesar lemmar til m.a. Enniberg og Finnur Fríða.
Sosialurin blandar tveir ymiskir flótitrolslemmar saman.
Í Sosialinum í gjár (mánakvøld) vil Jan Allan Muller, stjóri á Injector, verða við, at nýggju flótitrolslemmarnir hjá Rock eru eftirgjørdur eftir flótitrolslemmunum Stealth, sum Helgi Larsen hevur ment. Men við at samanbera tekningar av lemmunum báðum og hartil myndir sæst, at talan er um hvør sítt design.
Tveir ymiskir flótitrolslemmar.
Niðanfyri eru tekningar av flótitrolslemmunum Sea Bat (Rock) og Stealth (Injector). Hesar tekningar vísa greitt, at lemmarnir báðir eru heilt ymiskir (pílurin vísur frammeftir á lemminum).
SÍ MYND
Sea Bat (vinstrumegin) er samansett av 9 plátum, meðan Stealth (høgrumegin) hevur 12 plátur. Ongin pláta er eins á lemmunum báðum.
Báðir lemmarnir eru knekkaðir. Tað eru flestu flótitrolslemmar í dag. Hetta er bæði galdandi fyri flótitrolslemmar hjá Rock, Injector ApS, Thyborøn Skibssmedie í Danmark, Hampidjan í Íslandi, og Egersund Trål AS í Norra.
Eisini myndir av lemmunum vísa greitt munin og her krevst sum so ikki, at ein er serfrøðingur fyri at síggja sjónliga munin á lemmunum báðum.
Tekningar og myndir vísa greitt, at talan er um tveir heilt ymiskar flótitrolslemmar. Trupult verður tí hjá Injector at gera endurgjaldskrav ímóti Rock í Vági, tá talan er um tveir ymiskar lemmar og tvey ymisk design.
Í Sosialinum setur Jan Allan Muller spurnartekin við førleikan hjá monnunum á SP/F Rock, til at tekna og gera eitt sett av flótitrollemmum. Stjórin í SP/F Rock hevur góða útbúgving og hevur fiskað við og fingist við lemmar í 35 ár, so hann veit allarhelst hvat er hvat.
Um Helgi Larsen ,saman við Jan Allan Muller kann koma á markedið við enn betri lemmum enn SEA-BAT , sum eru teknaðir og gjørdir í Vági , so vilja vit frá SP/F Rock og undirritaða bara ynskja teimum góða eydnu við tí.