Sea Shepherd: Brúkið ikki harðligan málburð

Nýggir tónar frá Sea Shepherd í grindakjakinum

Hóast Sea Shepherd ikki hevur víst seg í Føroyum seinastu tvey árini, fylgja tey framvegis við grindadrápinum og royna umvegis sosialar miðlar at vísa sína mótstøðu.

Sea Shepherd Global hevur um vikuskiftið skrivað um grindadrápini, sum hava verið í summar. Tá ið Sea Shepherd leggur sínar dagføringar á Facebook, verður ofta lívligt kjak í kjalarvørrinum. Hetta kjakið kann stundum enda við ljótum orðingum og harðrendum álopum á føroyingar, sum hinvegin eisini hava roynt at givið aftur í hesum kjakum.

Nú heitir Sea Shepherd á fólk - eisini síni egnu fólk - um at brúka hampuligan málburð í kjakinum.

- Vit kunnu ikki finnast at blóðuga grindadrápinum, um vit samstundis brúka harðligan málburð í kjakinum. Minnist til at skriva siviliseraðar viðmerkingar, líkamikið um tit eru ímóti ella fyri grindadrápinum. Fólk, sum afturvendandi seta seg upp ímóti hesari áheitan verða bannað frá kjakinum, sigur Sea Shepherd.

Ein kjakari heldur lítið um hesa áheitan frá leiðsluni í Sea Shepherd:

- Grindadrápið í Føroyum fer ongantíð at enda, um vit mótmæla varliga, skrivar kjakarin.