Sea Shepherd: ES skal steðga grindadrápinum

Umhvørvisfelagsskapurin Sea Shepherd er í øðini inn á føroyingar, nú fleiri størri grindadráp hava verið í Føroyum í summar, og Sea Shepherd tekur nú stig til at fáa ES at steðga grindadrápinum.

 

Við blóðugum lýsingarorðum verða grindadrápini lýst á heimasíðuni hjá Sea Shepherd, og felagsskapurin hevur eisini fingið íblástur av nýggja ES-boykottinum av Føroyum í sambandi við sildastríðið. Sea Shepherd kallar føroyingar fyri fiskibrotsmenn og heldur, at ES eigur eisini at gera seg galdandi í sambandi við grindadrápið í Føroyum.
 

Franska deildin hjá Sea Shepherd er tí farin til ES nevndina við grindadrápinum. Sea Shepherd førir fram, at Danmark, sum tey siga varðar av Føroyum, hevur bundið seg til at verja hvalir í fleiri altjóða sáttmálum, og tí heldur Sea Shepherd, at Europasamveldið skal krevja av Danmark, at danir steðga grindadrápinum í Føroyum.
 


Eisini heitir Sea Shepherd á fólk um at mótmæla grindadrápinum, og tað skal gerast við at venda sær til danskar sendistovur ella at skriva beinleiðis til danska uttanríkisráðið.


Sea Shepherd biður fólk lata vera við at keypa føroyskar fiskivørur og eisini at ávirka handilsketur og lond til at gevast við at innflyta fisk úr Føroyum.