Sea Shepherd herðir stríðið ímóti føroyingum

Í ár verður ágangurin meiri umfatandi enn nakrantíð áður, sigur Sea Shepherd

Umhvørvisfelagsskapurin, Sea Shepherd boðar frá at nú verður stríðið ímóti føroyingum, hert.  Tey siga, at árið í fjør var eitt tað ringasta nakrantíð og at tey nú eru enn meiri avgjørd enn tey nakrantíð hava verið um at tey skulu gera ein enda á grindadrápi. Tað merkir, at tey nú fara undir enn eina herferð ímóti føroyingum, sum verður bæði harðari og drúgvari enn hon hevur verið áður.

 

Nú tey kunngerða herferðina ímóti Føroyum í ár, gera tey greitt, at í ár fara tey at hava fleiri fólk í Føroyum enn tey hava havt – og tey fara at verða her longri enn tey nakrantíð hava verið. Tey fara eisini at hava tað, tey kalla, roynd fjølmiðlafólk, við sær í Føroyum alla tíðina.

 

Sea Sheperd sigur, at hetta er fjúrtanda árið at tey eru í herferð ímóti føroyingum, og tá ið tey koma higar í ár, verður hetta sjeynda árið upp í slag, at tey verða til staðar í Føroyum.

 

Síðani lógin varð broytt so at tey ikki sluppu til Føroyar við skipi, hava tey broytt framferðarhátt, tí ístaðin fyri at senda skip higar, eru tey farin at senda fólk til Føroya við tí endamáli at taka grindadráp upp á film fyri at skjalprógva tað fyri umheiminum. Sea Shepherd sigur eisini, at tey hava eina vekandi undirtøku í Føroyum og at tað serliga kom til sjóndar, tá ið tey vóru her í fjør.

 

Umboðini fyri Sea Shepherd í Føroyum hava eisini fingið boð um at skjalprógva springaradráp. Og nú tey kunngera enn eina herferð ímóti føroyingum, gera tey nógv burturúr illa umstrídda springaradrápinum á Skálafjørðinum í september í fjør. Tey hava serliga lagt merki til, at tað enntá eisini eru føroyingar, sum sjálvir finnast at springaradrápinum.