Sea Shepherd hevur bjóðað donskum grindaaktivistum til Føroya

Veganaraflokkurin og Sea Shepherd hava eitt felags endamál um at steðga grindadrápi í Føroyum

Síðan 1. august hava umboð fyri Sea Shepherd verið í Føroyum sum partur av kampanjuni “Operation Bloody Fjords 2020”.

Sea Shepherd hevur sett seg í samband við danskar djóra- og náttúruaktivistar fyri at fáa hesar at hjálpa sær í arbeiðnum at leggja trýst á føroyingar um at steðga grindadrápinum. Tað hevur eydnast, og seinastu dagarnar hava fleiri danir verið í Føroyum sum partur av manningini hjá Sea Shepherd.

Sea Shepherd hevur eisini bjóðað formanninum í nýggja politiska flokkinum “Veganerpartiet”, Michael Monberg, hendan vegin. Hann hevur verið her síðan 2. august við endamálinum at “skapa ein dialog” um grindadráp. Monberg meinar, at vit eiga at gevast við at drepa grind, tí tað sambært honum og Veganaraflokkinum ikki er tíðarhóskandi longur; og at vit í framtíðini í staðin skulu gera líka sum hann - altso eta plantur og grønmeti heldur enn kjøt.

Veganaraflokkurin hevur júst fingið nóg nógvar undirskriftir til at kunna stilla upp til danska Fólkatingið - og millum fyrstu málini á teirra dagskrá er grindadráp.

Ætlanin við ársins kampanju í Føroyum er at fáa danskar miðlar at varpa ljós á grindadráp, tí tað gera teir sambært Veganaraflokkinum og Sea Shepherd ov sjáldan. Sea Shepherd vónar, at grindadráp verður tikið upp í donskum politikki og í Fólkatinginum.

Tað er okkurt, sum bendir á, at aktivistarnir hava fingið hjálp frá onkrum føroyingi í hesari kampanjuni, tí í gjár sendu danirnir eitt tíðindaskriv til okkara, sum varð skrivað á føroyskum.

Hetta er langt frá fyrstu ferð, at Sea Shepherd koma til Føroya at gera kampanjur móti grindadrápi. Sambært felagsskapinum sjálvum hava tær stóru kampanjurnar hjá teimum verið í 1985, 1986, 2000, 2011, 2014 og 2015. Í 2016 kom Sea Sherpherd so við átakinum ‘Operation Bloody Fjords’, sum hevur til endamáls at senda umboð til Føroya hvørt ár fyri eitt nú at taka myndir av grindadrápi og deila tað við sínar fylgjarar.

Endamálið sigst at vera at leggja trýst á Føroyar, so vit føroyingar fara at gevast við at drepa grind. Hvussu tað hevur gingið higartil, er so ein heilt annar spurningur.

Michael Monberg, formaður í danska Veganaraflokkinum, fortelur her um endamálið við Føroyavitjanini:

##med2##