Gera japanar eftir úrskurðinum hjá Altjóða Dómstólinum í Haag í dag og gevast at veiða stórhval í Suðuríshavinum, fer felagsskapurin Sea Shepherd at miðsavna síni átøk ímóti Føroyum, Íslandi og Noreg.
Oddamaðurin í Sea Shepherd, Paul Watson, segði í dag, at hann er sera fegin um úrskurðin hjá Altjóða Dómstólinum. Hann segði seg kortini ivast í, at japanar fara at ganga undir dómin, men legði afturat, at gera japanar tað, fer Sea Shepherd at senda síni skip í Atlantshavið at steðga hvalaveiðini hjá føroyingum, íslendingum og norðmonnum.
Sea Shepherd hevur í fleiri ár roynt at forða japanum at veiða hval í Suðuríshavinum. Felagsskapurin hevur ikki havt umstøður til at stríðast á meiri rnn einum vígvølli, men gevast japanar nú, fer Sea Shepherd at brúka sína orku í Norðuratlantshainum.
Sea Shepherd kunngjørdi herfyri, at felagsskapurin fer at virka ímóti grindadrápi í Føroyum í ár.
Altjóða Dómstólurin gav í dag Avstralia viðhald í, at japanska hvalaveiðan í Suðuríshavinum er ikki vísindalig og skal tí steðga alt fyri eitt.